Høvuðsleikarin: Jytte syngur Piaf  á føroyskum

Frá byrjan var Jytte Joensen greið yvir, at tað mátti verða gjøg­num sangin, hon skuldi liva seg inn í høvuðs­leiklutin sum Edith Piaf. Tí situr Jytte nú og týðir 12 sangir hjá Piaf úr fronskum til føroyskt

 Tú vildi kanska vita, hvør tað er, sum er so ør at siga jatakk til leiklutin sum Edit Piaf?, flenn­ir Jytte Joensen, tá hon verður spurd, um hendan heldur óvanliga høvuðsleiklutin, hon hevur átikið sær. Hví júst hon var vald til leiklutin, dugir Jytte ikki rættiliga at ímynda sær, men hon ivaðist ikki í at siga ja.
 Hetta var ein alt ov stórur kjansur at lata fara framvið, ein tú bara fært eina ferð og so er at taka hann. Eg segði faktiskt ja uttan at blunka, so tað er nústani tað spakuliga gongur upp fyri mær, hvat tað er, eg havi sagt ja til, sigurJytte.
Gevandi venjing
Sum eitt tað fyrsta gjørdi Jytte sær greitt, at tað er ógjørligt at endurskapa eitt eindømi sum Piaf. Og kanska netupp tí fór hon undir at fyrireika seg á sín heilt egna sera krevjandi hátt. Í løtuni situr Jytte nevniliga og týðir ikki færri enn 12 sangir hjá Piaf úr fronskum til føroyskt.
 Eg var rættiliga skjótt greið yvir, at tað mátti vera ígjøgnum sangirnar, eg onkursvegna mátti liva meg inn í menniskja aftanfyri stjørnuímyndina. Sangurin var hennara máti at úttrykkkja sínar innastu kenslur og seg sjálva, sum menniskja, og tí havi eg lagt meg so tætt at franska tekstinum, sum til ber, sigur Jytte, sum viðgongur, at tað hevur givið henni nógv sálarbrýggj at fáa poetiska franska málið at sita á føroyskum.
 Hinvegin er hetta ein ómeta­liga gevandi venjing til leiklutin. Í grundini er tað heldur ikki so torført at finna æðrina í tekstinum, tí Piaf syngur jú um tær heilt stóru kenslurnar sum kærleika, sorg, svik og sakn, ævigtgaldandi kenslur, sum vit øll kenna okkum aftur í, sigur Jytte.
Líka so poetiskur, sangurin hjá Piaf var, líka so bersøgin og grovur var hennar málburður fyri tað mesta. Og týðarin av leikritinum, Hans Torgarð, hevur ikki lagt fingrarnar ímillum. Men hóast slíkur málburður neyvan hevur verið hoyrdur á føroyskum palli fyrr, órógvar hesin parturin av leiklutinum ikki Jytte.
 Primitiva tosingarlagið hjá Piaf var ein máti at yvirliva í einum heimi, sum støðugt royndi at eta burturav henni. Men tosingarlagið var sanniliga eisini eitt útrykk fyri, hvar hon kom frá, og hvør hon var. Tí tykist tað heldur ikki tilgjørt, men gevur seg mest sum sjálvt, heldur Jytte.
Røddin lykilin til kenslurnar
Jytte ivast onga løtu í, at hennara størsta avbjóðing í hesum leikinum verður sangurin og at bruka røddina rætt. Longu nú fær hon sangundirvísing frá professionellum fólkum sum Karin Nus og Stamen Stantchev umframt at hon hevur verið á fleiri ræddarskeiðum.
 Røddin er ein ótrúlig megi og eitt tað fremsta amboðið í einum leiki, sum hesum, um tú lærir at brúka hana rætt. Røddin er jú eisini lykilin inn til innastu kenslurnar; tað er har tær heilt stóru kenslurnar eksplodera. Tað vita vit, um vit hugsa um eina barnakonu við verkjum, sigur ljóðsmóðurin og sjónleikarin Jytte Joensen.
Hóast Jytte hevur verið virkin bæði á sjónleikarapallinum og aftanfyri leiktjøldini í mong ár, er hesin høvuðsleikluturin uttan samanbering størsta leikavbjóðingin, hon er farin undir, sigur hon.

Edith Piaf,
Non, je ne regrette rien

Onki angri eg

Onki angri eg
Onki av øllum eg angri
Hvørt eitt vár
Hvørt eitt tár
Hvørt eitt sár
Alt tað var jú í gjár ...

Onki angri eg
Onki av øllum eg angri
Tað er goymt
Skrætt úr mær
Tað er gloymt
Tí tað var tað, sum var

Og úr farnari trá
Vil eg kynda eitt bál
Tveiti minnini á
Brenni úr míni sál

Ást, sum ongum stóð mát
Bæði gleði og sút
Ást, sum kostaði grát
Alt er nú goldið út

Onki angri eg
Onki av øllum eg angri
Hvørt eitt vár
Hvørt eitt tár
Hvørt eitt sár
Alt tað var jú í gjár

Onki angri eg
Onki av øllum eg angri
Hjarta slær
Lívið tað
Byrjar í dag
Byrjar saman við tær

Týtt úr fronskum, Jytte Joensen