Á skránni var millum annað tær alsamt fleiri forðingarnar, sum verða settar fólki at fara út um bøgarðarnar og oman til sjóvarmálan. Fundurin viðgjørdi gjaldsportrið, sum ein festari hevur sett upp í Saksun og sum ger, at fólk ikki longur hava frítt at fara oman til sjógvin uttan at gjalda pengar.
Felagið mótmælir harðliga, at slíkar forðingar verða settar fólki at ferðast í egnum landi og heitir á politikararnar um at finna eina loysn.
Hagafelagið fer nú at umrøða málið við løgfrøðing. Eisini hevur felagið vent sær til løgregluna við fyrispurningi um, hvat løgreglan ger við málið um at ein farleið verður stongd fyri landsins borgarum.
Hagafelag Føroya varð stovnað í mars mánaði. Endamál felagsins er at tryggja frælsið hjá landsins borgarum at ferðast í føroysku náttúruni.