Hákun og liðfel­ag­ar­nir fara til Las Vegas

Komandi summar ger Füchse Berlin eina serliga ferð

Í kvøld klokkan 19.45 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin heimadyst í bólki A í Champions League. Dysturin verður leiktur í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Undan dystinum hava berlinarnir fult stigatal, 14 stig fyri sjey dystir. 

 

Til ber at síggja dystin á TV3 Max. Tað ber eisini til at stroyma dystin á Viaplay. 

 

Tá leikararnir í Füchse Berlin fara at fyrireika seg til kappingarárið 2026/2027 verður ein serlig ferð á skránni.

 

Dagarnar millum 1. og 9. august í 2026 fer Füchse Berlin at taka lut í einari spennandi venjingarkapping, har mótstøðuliðini eru Szeged úr Ungarn, Nantes úr Fraklandi og Aalborg úr Danmark.

 

Kappingin fer fram í kenda býnum Las Vegas, ið er at finna í deilríkinum Nevada. Í býnum búgva 2,1 miljónir fólk. 

 

Hondbóltur er ikki so væl kendur í USA, men møguliga kann ein kapping millum hesi fýra sterku liðini flyta áhugan rætta vegin. 

 

##med2##

 

Mynd: Füchse Berlin