Hákun skoraði sjey mál í Super Cup dystinum

Füchse Berlin mátti lúta fyri verandi meistarunum

Savnsmynd

Verandi týsku meistararnir, SC Magdeburg og verandi steypavinnararnir, Füchse Berlin við Hákun West av Teigum á liðnum spældu leygarkvøldið stórsteypadyst - Super Cup - í SAP Garden høllini í München.

 

Magdeburg vann dystin greitt 38-31. Í steðginum var Magdeburg á odda 20-15.

 

Hákun stóð seg tó væl. Hann skoraði sjey mál upp á átta málroyndir. Hákun var eisini noteraður fyri eitt "steal". Tað er tá bólturin verður vunnin frá hinum liðnum, tá teir eru í álopi.

 

Sum so ofta áður var Mathias Gidsel toppskjútti hjá Füchse Berlin. Í dag var Gidsel noteraður fyri 10 mál.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Füchse Berlin fyrsta dystin í Bundesliguni hetta kappingarárið. Talan verður um ein dyst í Max Schmelling høllini í Berlin móti Melsungen. 

 

Savnsmynd