Halda seg vita hvat orsøkin til eldin var

Í morgun varð boðað frá eldi í einum húsum í Sørvági og orsøkin er ikki heilt ókend

Tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum húsum í Sørvági. Hetta var beint áðrenn klokkan sjey í morgun, men til alla lukku vóru húsfólkini longu uppi, so tey varnaðist eldin og boðaðu frá. Tá ið løgreglan kom á staðið var eldur í einum borði og tað gekk skjótt at sløkkja áðrenn nakað nevnivert av skaða hendi.

 

Løgreglan sigur, at tað sær út til, at eldurin stavaði frá tveimum battaríum, sum lógu á borðinum. Talan var um battarí, sum vóru keypt á internetinum úr Kina, men løgreglan sigur, at hetta vóru battarí, sum ikki eru góðkend í Evropa.

 

Løgreglan heitir tískil á fólk um at ansa væl eftir, áðrenn tey keypa slíkt á internetinum, tí ofta er talan um vánalig battarí, sum ikki eru góðkend um okkara leiðir, og so kann skaði standast av tí

 

Tað sama ger seg galdandi, tá ið fólk keypa løðarar av ymsum slagi á internetinum.