Haldið tykkum innandura

Ikki er koyrandi á Vestmannavegnum, meðan koyrilíkindini eru vánalig um alt landið. Landsverk biður fólk halda seg innandura.

 

Løgreglan og Landsverk boða frá, at ikki er koyrandi á Vestmannavegnum, meðan koyrilíkindini á Viðareiðisvegnum eru vánalig. Eisini eru ring koyilíkindi um Hálsin við Sandavág.

 

- Ein lastbilur stendur tvørtur um vegin við Kvívík, og fleiri bilar standa fastir á Vestmannavegnum, sigur Bjarni Petersen, økisleiðari á Landsverki, við Rás 2, sum eisini sigur, at løgreglan hevur fingið fráboðan um, at bilar standa fastir í Havnini.

 

- Koyrilíkindini eru ring um alt landið, og allar maskinur vit hava tøkar, eru úti og grava um alt landið.

 

- Um ein ikki hevur sera týdningarmikil ørindi, so skal ein halda seg innandura, sigur Bjarni Petersen.