Halgir og Jens gevast

Tveir av profilunum hjá H71 í mong ár, Halgir Dahl Olesen og Jens á Skipagøtu, nýta høvið til at takka fyri seg í bestu mansdeildini, nú teir endiliga eru føroyameistarar

HONDBÓLTUR

 

Longu undan finaludystunum hevði Halgir Dahl Olesen boðað frá, at hetta fóru at verða hansara seinastu dystir fyri H71 á hægsta stigi. Orsøkin var mest tann, at hann hevur havt trupulleikar av knøunum og tí helt, at rætta løtan var at gevast nú.

– Hetta er ein fantastiskur endi, eitt fantastiskt lið, ein fantastiskur andi, fantastiskt fólk, fantastisk Hoyvík. Hetta var akkurát fyri, tí at vinna føroyameistaraheitið er tað besta, man kann enda við, so tað var deiligt, sigur størsti profilurin hjá H71 í mong ár.

Halgir Dahl Olesen viðurkennir tó, at tað ikki í allan vetur hevur ligið í kortunum, at H71 skuldi enda sum meistari: – Vit svingaðu nokk so nógv í fyrru helvt av kappingini, men vunnu nú ímóti endanum átta dystir á rað, so her var eingin ivi, tá avtornaði, sigur hann.

 

Jens gevst eisini

Tað verður tó ikki bara Halgir, sum gevst, tí eftir seinna finaludystin páskaaftan segði málverjin, Jens á Skipagøtu, at hann eisini hevur gjørt av at takka fyri seg á besta mansliðnum hjá H71.

– Hetta var tað síðsta á hægsta stigi, so Halgir og eg fara sama veg. Vit gevast nokk ikki heilt, men fara at venja, so vit koma helst at spæla við øðrum ella triðja liði. Og skuldi tað onkuntíð verið brúk fyri okkum, ivist eg ikki í, at vit eru klárir til tað, sigur Jens á Skipagøtu.

– Men hinvegin, so hava vit jú tveir aðrar heilt ótrúliga góðar málmenn, so nú eg eri komin eitt sindur upp í árini, er tíð at gevast. Og hetta var besti endin, ið kundi fáast, tí skuldi tað vera, so skuldi tað vera nú. Hetta er torført at seta orð á, men hetta er í øllum førum størsti hondbóltsdagur í mínari karrieru.

 

Teir yngru klárir

Hóast tveir av profilunum sostatt gevast, nú H71 hevur vunnið sítt fyrsta føroyameistaraheiti, er nógv og gott ungt fólk til taks í felagnum, og tað yngra ættarliðið hevur eisini sett sín dám á H71 í vetur.

– Hetta er ótrúliga stuttligt, at vera við til at vinna felagnum fyrsta meistaraheitið, sigur ein av ungu spælarunum, Gunnar Bláberg, sum væntar, at teir yngru nokk skulu megna at bera arvin víðari, hóast Halgir og Jens ikki eru við næsta kappingarár.

– Vit hava øgiliga breiðan hóp og kunnu skifta fleiri ferðir út, uttan at tað broytir liðið. Og vit ungu eru klárir at taka størri ábyrgd á okkum, nú Halgir og Jens gevast. Vit fáa bara eina eyka byrðu at bera, og tað ivist eg ikki í, at vit fara at klára.

 

Blivnir sterkari

Birgir Hansen, sum saman við Kára Nielsen hevur vant H71 aftur í vetur, heldur føroyameistaraheitið vera beinleiðis úrslit av menningini, sum longu sást í fjør.

– Liðið er bara blivið sterkari og sterkari, og tað hevur sæð meira og meira út sum ein aspirantur til meistaraheitið. Og nú sita vit so við tí, staðfestir Birgir, sum viðurkennir, at tað tó helst verður neyðugt at finna ein skjútta av sama kalibri sum Halgir Dahl Olesen til næsta kappingarár.

Sjálvur hevur Birgir Hansen verið við til at vunnið føroyameistaraheiti við Kyndli, men at vinna tað við H71 er kortini nakað heilt annað:

– Hetta er ein serlig kensla. Eg vænti, at øll hini meistaraheitini, eg havi verið við til at vunnið, koma at blikna eitt sindur við síðuna av hesum, tí at sleppa at skriva søgu í einum felag upp á henda mátan, er nakað heilt serligt, sigur hann.