Halldór er ættaður og uppvaksin á Viðareiði. Halldór búði annars mong ár suðuri í Vági og nú í meira enn 40 ár hevur hann so búð í høvuðsstaðnum. Hann hevur sostatt lagt drúgvan dag eftir seg í norði, suðri og miðuni av landinum.
Halldór var elstur av 6 systkjum. 14 ára gamal fór hann til skips og var sjómaður í nøkur ár. Fyrst í 30-árunum fór Halldór suður til Vágs, til farbróðurin Martin Joensen. Hesin suðuroyartúrur gjørdist helst drúgvari enn Halldór av fyrstum hevði væntað. Í Vági fann hann gentuna Lenu, ið var elsta dóttir kenda skiparan Gunnar Danielsen. Halldór var eisini til skips við verfaðirinum sum skipara. Í 1938 giftust Halldór og Lena og í 1942 fingu tey sonin Árna. Árni hevur í mong ár starvast í danska uttanríkisráðnum, m.a. sum serkønur í føroyskum viðurskiftum. Hann var ein av høvuðspersónunum í teimum truplu embætissamráðingum við bretsku stjórnuna um undirgrundarmarkið.
Seinast í fimmtiárunum fluttu Halldór og Lena til Havnar. Her hevði Halldór í mong ár egna heilsølu. Lena doyði í 1967 og 3 ár seinni giftist Halldór við Sunnuvu Lindal úr Kunoy. Sunnuva doyði í 1997.
Einasta skúlagongdin hjá Halldór er á Viðareiði. Men hann er gott dømi um, at væl ber til at nema sær kunnleika uttanfyri skúlagátt. Sum ungur legði hann seg eftir at læra enskt mál og hetta gav sum vera man atgongd til ein stóran bókaheim. Hann hevur lisið nógv og minni hevur hann sum fáur.
Halldór hevur havt sína dagligu gongd í samkomuni í Ebenezer. Sum talari dugir hann væl at taka til og orðafelli sum bæði eru tikin úr viðareiðismáli og vágsmáli kunnu hugtaka áhoyrarar.
Vit ynskja Halldór til lukku við teimum níti árunum.