Tað var Allan Finnsson úr Porkeri, sum var fjarritari í Gekka-spælinum í kvøld. Hann var staddur á Hamragarði í Vági, og her var tað Poul Poulsen, sum hevði fingið fulla plátu.
Poul valdi at koyra hálvu miljónina, sum var høvuðsvinningurin í kvøld, í bláa leypin. Hetta fekk onkrar hyggjarar at hugsa um, at maðurin helst hevur verið sjómaður á góðum árum.
Í fyrsta drátti var um reppið, at hjólið steðgaði beint á bláa leypinum við tí hálvu miljónini, men tað smeyg sær ein seym framvið - og steðgaði á 12.500 krónum.
- Skalt tú halda fram, Poul, spurdi fjarritarin, Allan Finnsson.
Jú, maðurin hevði hug at halda fram. Í aðru royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum er minsti vinningur, tá drigið verður um vinningar í Gekka-spælinum.
Enn einaferð spurdi fjarritarin, um Poul Poulsen hevði hug at halda fram. Fólk, sum fylgdu spælinum í kvøld, vónaðu sjálvsagt, at hann fór at royna seinasta møguleikan eisini.
- Jú, Poul helt, at fjarritarin skuldi snara hjólinum einaferð aftrat og soleiðis royna seinasta møguleikan. Triðju og seinastu ferð steðgaði hjólið á 10.000 krónum.
- Jú, 10.000 krónur er eisini pengar, helt Allan Finnsson fyri, samstundis sum hann vegna vinnaran - Poul Poulsen - takkaði nógvar ferðir fyri vinningin.