Ein talsmaður fyri Hamas sigur, at felagsskapinum tørvar meira til at umrøða ætlanina, sum amerikanski forsetin hevur lagt fram um Gazageiran.
Tað veit tíðindastovan, AFP, at siga í morgun.
Ætlanin, sum Donald Trump herfyri legði fram og sum er í fleiri punktum, er góðkend av Ísrael.
Eftir at hann hevði lagt uppskotið fram um loysn av stríðnum, segði amerikanski forsetin, at Hamas fekk tríggjar ella fýra dagar at meta um uppskotið.
Millum punktini í friðarætlanini er eitt nú, at allir ísraelsku gíslarnir í Gazageiranum verða leyslatnir.
Eftir uppskotinum skal Hamas ongan leiklut hava í stýringini av Gazageiranum, eins og Ísrael stigvíst skal taka sínar herdeildir aftur úr Gazageiranum.
Nú sigur so Hamas sambært AFP-tíðindastovuni, at felagsskapurin hevur brúk fyri meira tíð til at meta um uppskotið.
##med2##