Sambært Fiskamarknaði Føroya eru átta frystilínuskip til fiskiskap í løtuni.
- Eitt er á Íslandsrygginum, og sjey fiska í føroyskum sjógvi.
Sagt verður, at línuskipini fáa mest av toski, hýsu og nakað av brosmu og longu.
- Skipið, sum er á Íslandsrygginum, fær eisini nakað av svartkalva.
Eitt ísfiskalínuskip er eisini til fiskiskap. Skipið er norðanfyri, og teir fáa mest av hýsu og toski.
- Ísfiskalínuskipið kemur inn at landa fyrst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður hampiligt ein part av næstu viku.
- Vit vænta, at nakað verður av útróðri, og útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.











