Hamstrað bensin kann vera brandfella

Brúka fólk tilvildarligar dunkar til bensinið, sum tey hava hamstrað, er stórur vandi fyri at tað dunkarnir leka og at bensinið eksploderar

Í berum verkfallsótta hava fólk lagt bensin inn undir seg í stórum nøgdum. Men eru dunkarnir ikki góðkendir, er stórur vandi fyri, at bensini etsar hol á dunkarnir, so tað lekur út, antin sum veska ella vandamikil dampur.

– Goymið bensini í góðkendum dunkum og brúkið tað sum skjótast, ljóða ráðini frá Brunaumsjónini og oljufeløgunum.

Bensinsølurnar kring landið hava havt úr at gera seinastu dagarnar, og longu bilbíðirøðirnar hava víst, at tað hevur verið um at gera hjá fólki at fylla tangar og dunkar við bensini. Og oljufeløgini hava havt um at vera at fylla olju í tangarnar á skipum, og hjá privatfólki og stovnum.

Sambært Niels Juel Nattestad, stjóra í Statoil Føroya, so seldu teirra bensinsølur í gjár eins nógv bensin enn vanligt.

Vit seldu eins nógv og til 10 dagar, ella einar 300.000 litar, sigur hann.


Tendrar við brestin

Hann sigur, at um fólk hava keypt bensin upp í dunkar, so hevur tað ómetaliga stóran týdning, at tey ikki liggja inni við bensini, sum verður goymt í tilvildarligum íløtum.

- Tendringspunktið hjá brennievni verður býtt upp í tríggjar bólkar, har bensin verður bólkað í eldfimasta bólkin. Tað kann festa í við lægri enn 21 stigum, og enntá eisini við minusstigum, sigur Niels Juel Nattestad.

- Bensindampur tendrar við brestin, um neisti kemur at! Hav tí bensinið í góðkendum dunkum og undir uppsýni. Eisini fyri at forða børnum at koma at tí. Set eisini frámerki á dunkin, so øll vita, at her er talan um bensin, sigur Niels Juel Nattestad, sum annars heitir á fólk um at brúka bensini sum skjótast.


Forskotin søla

Hákun Djurhuus, stjóri í Føroya Shell, sigur, at sølan hjá teimum eisini hevur verið góð seinastu dagarnar. Talan hevur tó ikki verið um eykasøla, men sølan hevur forskotið seg nakað.

- Nú rokna vit við, at sølan verður nakað lakari næstu vikurnar, tí fólk hava fylt upp, har tað ber til, sigur hann.

Báðir olju-stjórarnir eru tó samdir um, at tað hevur stóran týdning, at ávara fólk ímóti vandanum við at goyma bensin í tilvildarligum dunkum heima í kjallarum ella garagum.

- Tá fólk bunkra bensin, ber til at keypa góðkendar dunkar frá okkum. Verða vit varug við, at fólk fylla upp í tilvildarlig íløt, so gera vit sjálvsagt vart við tað. Men sum øllum kunnugt, so síggja starvsfólkini á støðunum ikki alt sum fyriferst úti á uppfyllingarplássinum, sigur Hákun Djurhuus.

- Fyll bensinið í bilarnar sum skjótast, og brúkið tað beinanvegin. Ella ger eitt gerðabýti, so onkur annar kann brúka tað, sigur Hákun Djurhuus.

Hann greiðir eisini frá, at fólk skulu ikki fara í panikk, um tey hava keypt alt ov nógv, og stúra fyri at brenna inni við tí.

- Tá ber eisini til at venda sær til brennistøðina, IRF ella til bilverksmiðjurnar, sum kunnu vegleiða um, hvussu fólk kunnu beina fyri bensininum, ella goyma tað trygt, sigur hann.

Bæði oljufeløgini upplýsa annars, at tað ber ikki til at lata keypt bensin inn aftur, tí tá kunnu feløgini ikki tryggja, at góðskan er í lagi.


Greiðar reglur

Sambært Búgva Heðinson Johannesen, málsviðgera í Brunaumsjónini, so veldst

vandin um, hvussu bensini verður goymt.

- Lóggávan er púra greið. Tað er bert loyvt at goyma 25 upplagseindir ella litrar av bensini í kjallaranum ella í garaguni í senn, og tá skal tað vera í góðkendum dunkum. Viðvíkjandi diesel, er vandin ikki so stórur, og tá er mest loyvda nøgdin eisini 25 upplagseindir ella 125 litrar. Tó kanst tú ikki bæði goyma 25 l av bensini og 125 l av diesel inni samstundis, tað er í mesta lagi 25 upplagseindir av eldfimun løgi.

Hann sigur, at vandin við at goyma bensin í ikki góðkendum dunkum kann vera, at bensini kann etsa hol á plastikki. Tá kann tað leka úr, bæði sum veska, men eisini sum dampur. Bensin er sera eldfimt, og tað skal ikki meira enn ein neisti til at tendra í. Eru umstøðurnar goymslurúminum viðvíkjandi iltinnihaldi og hita til vildar, so er vandi fyri eldi og spreinging.

Á heimasíðuni hjá Brunaumsjónini er reglugerðin at finna: "Serfyriskipan fyri eldfiman løg, § 3.2.2, a)"