Hin 12. februar í 2020 verða 70 ár liðin, síðan Havnar Handverkarafelag var stovnað. Felagið varð stovnað av millum øðrum ungum monnum, sum høvdu verið í læru í Danmark undir og eftir seinna heimsbardaga.
Árini 1947 til 1950 vóru handverkarar í Havn limir í einari sokallaðari handverkaradeild undur Havnar Arbeiðsmannafelag.
Eftir at hesir tá ungu menn, vóru komnir heim aftur, sóu teir skjótt, at skuldi handverkinum í Havn verða lív lagað, var neyðugt at skipa seg í egið felag.
Tað var hetta, sum hendi hin 12. februar í 1950 við Helga Øster sum fyrsta formanni í Havnar Handverkarafelag.
- Í samband við 70 ára dagin verður veitsla fyri limun við maka, og veitslan verður leygarkvøldið hin 15. februar klokkan 19.00 í Dansifrøi - við 4 rættaðari matskrá frá Ruben Busk.
Í Havnar Handverkarafelag, nú felagið fer um tey sjeyti, leggja tey aftrat, at tað verða Robert McBirnie og Hilmar Jan Hansen, sum fara at standa fyri undirhaldinum, og tað verður Pauli Magnussen Band, sum fara at spæla til dans.
##med2##