Hann koyrir á fyri at fáa samgonguna at selja

Inntøkurnar kundu verið brúktar til at fíggja arbeiðið at gera tunlar Norður um Fjall, og meiri enn tað

Vit eru ein borgarlig samgonga, so lat okkum føra borgarligan politikk. Tað segði Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

Tí streingir hann á fyri at fáa samgonguna at selja Føroya Tele og BankNordik, og hann vil eisini hava ferð á arbeiðið at skilja elnetið frá Sev.

Hann vísir á, at tað liggja rættiliga stórar íløgur fyri framman, bæði íløgur í tunlarnar Norður um Fjall, Fámjinstunnil, og nógvar aðrar íløgur.

Og nú heldur hann, at stórmálini skulu avgreiðast. Men samstundis eru inntøkurnar hjá landskassanum minkandi og tí heldur hann, at samgongan eigur at fara undir at einskilja almennar fyritøkur.

Hann heldur, at tað er sjálvsagt at byrja við BankNordik, tí verður hann seldur, hevði søluprísurin verið nóg mikið til at fíggja tunlarnar Norður um Fjall, og kanska meiri enn tað.

Hann heldur eisini, at tað er sjálvsagt at selja Føroya Tele. Hann heldur, at tað er eitt professionelt felag og tað er eingin meining í, at tað skal vera almenn ogn. Men hann leggur dent á, at tað skal seljast við teimum treytum, at føroyskur kapitalur skal hava meirilutan í felagnum, sum keypur, og høvuðsætið skal vera í Føroyum.

Men sjálvt fjarskiftisnetið skal ikki seljast við, leggur hann dent á.

– Eg vænti eisini, at starvsfólkið á Føroya Tele hevði fegnast um at fingið ein privatan eigara, og nýggjan dynamikk í felagnum.

Hann heldur eisini, at ferð skal setast á arbeiðið at skilja elnetið frá Sev. Kommunurnar skulu framvegis eiga tað, men skal tað bera til at gera tær neyðugu útreiðslurnar, sum eru einar sjey milliardir, gerst tað ikki gera uttan at tað almenna skuldarbindur seg. Samstundis vita vit, at privatur áhugi er at gera íløgur í orkuveitingina, so tað er tað sjálvsagt, at lata privat sleppa framat, tí tað kundi sett gongd á at útbyggja grøna orku.

Andstøðan førir ofta fram, at verða BankNordik og Føroya Tele, selt, er stórur vandi fyri, at tey enda á útlendskum hondum. Men tað vísir Christian Andreasen aftur, tí hann sigur, at treytir skulu setast fyri, at tað skulu vera føroysk feløg, sum keypa. Hann sigur nevniliga, at tað er ríkiligt av kapitali til í Føroyum til at keypa Føroya Tele og BankNordik.