At hann ikki varð dømdur til deyða kemst av, at hann játtaði at vísa løgregluni, hvar hann hevði myrt kvinnurnar, og hvar hann hevði jarðað tær.
Gary Ridgeway, sum í sínum dagliga yrki málaði lastbilar, viðgekk undir avhoyringum, at hann hevði beint fyri 48 ungum kvinnum, og hann verður hildin at vera tann ringasti hópdrápsmaðurin í amerikanskari rættarsøgu.
Tær flestu kvinnurnar myrdi hann nærhendis ánni Green River við býin Seattle, og alment verður hann tí umrøddur sum Green Riover-drápsmaðurin.
Áðrenn hann kunngjørdi úrskurðin, bað dómarin Gary Ridgeway venda sær ímóti áhoyrarunum í rættarsalinum, tí tey flestu vóru avvarðandi hjá kvinnum, sum hann hevði beint fyri.