Tá ið tingfundurin varð settur klokkan 13.30 í dag, bað Poul Michelsen, formaður í Framsókn, um farloyvi frá tingarbeiðnum. Framsókn eigur tvey tingfólk. Triði flestar atkvøður á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum 29. oktober fekk Hanna Jensen, og tí hevur hon í dag tikið sæti á tingi, har hon mest sum beinanvegin var framsøgufólk í málinum um at seta úr gildi løgtingslóg um Rættarskipanarnevnd.
Á løtingsvalinum 29. oktober vóru Poul Michelsen og Janus Rein valdir fyri Framsókn við ávikavíst 581 og 250 atkvøðum. Tað vóru 210, sum atkvøddu fyri Honnu Jensen, sum í dag fyri fyrstu ferð hevur tikið sæti í Løgtinginum. Hanna Jensen býr í Norðragøtu, og hon arbeiðir í studentaskúlanum á Kambsdali, har hon undirvísir í føroyskum og fronskum umframt at vera lestrarvegleiðari.