Hanna er ættað úr Klaksvík. Foreldur hennara vóru Fía (Jóhanna Sofía) ættað úr Árnafirði og Jákup Heinesen úr Klaksvík. Hann var ein kendur skipari. Jákup keypti saman við Óla í Skúla Ekliptiku úr Noregi sum nýbygning í 1922. Seinni átti hann hana einsamallur. Jákup var við Ekliptiku, tá ið hon hvarv í 1941 á veg úr Aberdeen.
Julius er ættaður av Húsum. Foreldur hansara vóru Fía (Anna Sofía) ættað úr Miðvági og Pól Mattias Sørensen á Bakka á Húsum. Pól var handilsmaður á Húsum í teirri tíðini, tá ið bygdin meira at kalla var eitt stórpláss. Í 1904 keypti Pól saman við Andrias Jacobsen skonnartina Marianna, vanliga kallað Húsaskonnartin. Hon gav virksemi í bygdini eisini við fiskaarbeiði. Húsaskonnartin gekk burtur við seks monnum í 1913.
Hjá Honnu var yrkisleiðin sum hjá øðrum ungum gentum tá í tíðini, og tað var at vera arbeiðsgenta. Hon var arbeiðgenta eitt nú hjá J.F.Kjølbro, og hon var eisini í krambúð á Stongunum og á Biskupstøð hjá Kjølbro. Tað er stuttligt at hoyra Honnu fortelja frá hesi tíðini, hvussu nógv annarleiðis, tað var tá. Hjá Kjølbro var eitt valahús við tveimum arbeiðskonum og húskallli.
Tá í tíðini var eisini vanligt hjá gentum at fara til Danmarkar at uppliva “stóruverði.” Hanna fór fyrst á húsarhaldsskúla. Seinni bleiv hon arbeiðsgenta í Danmark, eisini uppi á Mors í Jyllandi, har hon átti eina mostir.
Annars varð høvuðsyrkið hjá Honna at vera mamma og húsmóðir. Umframt tað hevði hon klædnahandil í nøkur ár. Aftaná at tey vórðu flutt til Havnar í 1974 arbeiddi Hanna í fleiri ár í handli, sum í Skálabúðini og Vilma, har hon var væl umtókt fyri sítt blíða lyndi.
Hjá einum húsadrongi tá í tíðini var yrkisleiðin eisini nokk so fastløgd, og tað var sjógvurin.
Julius fór ungur til skips við trolaranum Barmi, kendur frá læknastríðnum. Hann róði eisini út, eitt nú við Brandi hjá Sigurð hjá Jóini Sigurðsson.
Men Julius vildi meira enn tað. Hann tók stýrimannsprógv á Føroya Sjómannsskúla, og var í farmasigling í nøkur ár. Fyrstu árini var tað við føroyslu skipunum Polo og Vesturvík. Seinnu helvt í 50-unum og fyrst í 60-unum var Julius í langfarasigling Tá kundi útmynstringarnar viðhvørt gerast langar. Hann var onkran túrin úti í 18 mánaðir, sum ikki var óvanligt tá. Tað er óskilligt í dag, at hetta kundi bera til.
Tað gjørdi tað heldur ikki hjá manni við konu og børnum. Julius fór í land og starvaðist hann sum skrivstovumaður hjá p/f Hugo Gardar í Klaksvík. Samstundis var hann lærari eitt skifti á Klaksvíkar Sjómannsskúla.
Áftaná at tey vórðu flutt til Havnar, starvaðist hann fyrst hjá Nordafar/Grønlandsfelagnum og síðani í fleiri ár hjá Føroya Fiskasølu, tá ið hon var í vælmaktini. Her var hann roknaður fyri at vera ein álitismaður.
Fýra blivu børnini, Jákup, Annika, Pól og Sonja. Tey eiga seks barnabørn og sjey langommu-/langabbabørn.
Eg og míni komu at kenna Honnu og Julius fyri góðum 30 árum síðani. Tað kann sigast, at tey eru eini megnarhjún. Sum hjá øðrum hjúnum eru tey nakað ymisk. Hanna er tann meira prátingarsama, meðan Julius er tann meira friðarligi. Tey eru fyrikomandi og positiv, og tað verður tikið til, hvussu væl tey hava dugnað børnunum. Og so ikki at tala um, hvussu góð tey eru við barnabørnini og nú eisini við teirra børn.
Tey eru bæði vitandi og duga væl at greiða frá. Julius hevur givið sítt íkast til søguna um Ernestinu í Miðvikuni. Tað er altíð ein serligur hugni at vera saman við teimum.
Góðu Hanna og Julius. Ynskt verður tykkum hjartaliga tillukku við tøkk fyri mangar góðar løtur saman.
Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
ó.