Ert tú spentur til sólarmyrkingina?
- Ja, tað má sigast, at eg eri. Spenningurin er veðrið og um, hvat tú kemur at síggja. Mamma mín upplivdi seinastu sólarmyrking og hevur sagt frá, hvussu tað var tá. So jú, ein ávísur spenningur er.
Tað sigur Hans Eiler Hammer.
Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?
- Eg skal koyra fólk frá Hotel Runavík og Toftum niðan til Orglið á Mylluvegnum út til Eystnes, so eg komi at verða nógv upptikin við tí. Sjálvur ætli eg mær annars at standa uppi við Orglið á Mylluvegnum saman við familju og kenningum.
Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?
- Ja, á ein hátt skilji eg tey væl, tí tað er yvir 60 ár seinast, tað var í Føroyum, og tað eru umleið 124 ár til næstu ferð. So, hetta er eitt gylt høvið hjá útlendingum at koma til Føroya at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdi. Men, eg hevði sjálvur ikki goldið so nógv, sum mong av teimum hava fyri at uppliva hetta aðra staðir.
Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?
- Eg havi sjálvur ikki upplivað nakra sólarmyrking áður, men sum sagt. Mamma mín hevur, og hon hevur dúgliga greitt frá, hvussu tað var tá. Eisini havi eg roynt at lurta eftir, hvat tey eldru hava sagt í fjølmiðlunum um tað, sum fór fram. Tað er bæði læruríkt og áhugavert, heldur Hans Eiler Hammer.