Hans Jákup bardst um medalju

Judo: Hans Jákup Jacobsen úr Havnar Judofelag var um páskirnar rættiliga nær við at vinna medalju í stórari altjóða kapping í Danmark

Um páskirnar hava fimm ungir føroyskir judoíðkarar luttikið í eini altjóða kapping í Danmark.

Tað vóru Hans Jákup Jacobsen, Gunnar Hansen og Christoffer Olsen úr Havnar Judofelag, og Oddur Olsen og Jan Petersen úr Klaksvíkar Judofelag, sum luttóku í Limfjords Cup 98.

Hetta er ein stór altjóða judokapping, har 260 luttakarar úr Danmark, Noreg, Svøríki, Finlandi, Íslandi, Føroyum, Hollandi og Týsklandi vóru við.

Niels Jákup Dalabrúgv, sum var ferðaleiðari á ferðini, sigur seg vera sera væl nøgdan við føroyska avrikið í kappingini.

? Hetta var aðru ferð, vit luttóku í hesari kappingini, og vit vistu, at hetta er ein hørð kapping, so vit kundu ikki gera okkum vónir um at gera okkum galdandi.

Men tað gjørdi vit kortini!

Fimtan ára gamli Hans Jákup Jacobsen úr Havn kom nevniliga so mikið langt, at hann dystaðist um bronsumerkið, men tapti dystin.

Hans Jákup vann tveir teir fyrstu dystirnar og kom sostatt at dystast í at náa finaluna. Men tann dystin tapti hann, so hann fekk møguleikan at dystast um bronsumerkið í staðin. Eisini henda dystin tapti hann, so tað bleiv ikki til nakra medalju hesu ferð, hóast tað var nær við.

Men Hans Jákup er ungur enn, so hann fær óivað fleiri møguleikar at gera seg galdandi.

Hjá Gunnari, Oddi, Jan og Christoffer gekk eisini heilt væl í fleiri dystum, men teir taptu allar sínar dystir hesu ferð. Í fjør vann Gunnar ein dyst, men tá kappaðist hann í tí yngra bólkinum.

Kappast verður í tveimum bólkum: Dreingjum og unglingum. Innan hesar bólkar eru luttakararnir so býttir upp í vektbólkar.

Hans Jákup og Christoffer luttóku í dreingjabólkinum, meðan Gunnar, Oddur og Jan luttóku í unglingabólkinum.