Hans Pauli Strøm fer frá barrukadunum til koyrilin

Annita á Fríðriksmørk
tingkvinna fyri Tjóðveldisflokkin
????
Hans Pauli Strøm kann brúkast til mangt!
Nú er hann initiativtakarin til at forða fakfelags-rørsluni at fara í verkfall. Fútabann var hansara fyrsta reaktión, tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir ætlaðu at nýta sítt einasta amboð, sum tær hava, nú leiðslan á landssjúkrahúsinum við blástempli frá HPS hevur degraderað teirra virkisøki.
Hóast eg havi framúr góðar royndir av fakfólkunum á føðideildini, bæði jarðamøðrum og sjúkrarøktarfrøðingum, fari eg ikki at gera meg klóka uppá, hvør í best er egnað til at leiða føðideildina.
Men eg skylji ikki, hví slík provokerandi tiltøk skulu setast í verk mitt í einum sáttmálaskeiði.
Eitt og hvørt fakfelag vildi reagerað júst soleiðis sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur reagerað. Gjørdi felagið ikki tað, so vardi tað ikki rættin og áhugamálini hjá limunum.
Seinast fútabann var sett í gildi, var eftir at Brimil hevði ligið liðugur í Noregi í fleiri mánaðir og bíða eftir eini semju, so hann kundi fara í sigling, og eftir at bann varð sett móti manningini hjá Tjaldrinum at fara umborð.
Men hesuferð bíðar HPS ikki so mikið sum éin dag. Sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu sláast á fingrarnar beinanvegin. Hóast felagið hevði tryggjað sær, at alt virksemi, sum var lívneyðugt var undantikið verkfallinum Men HPS vísir ikki fagfeløgunum og teirra virksemi náði yvirhøvur.
Hesin sami maður sum í andstøðu í 2003 gjørdi seg til sjálva ímyndina av fakfelagsrætti, tá ið hann sum hin stóri gekk úti á barrukadunum ímillum arbeiðarafjøldina. Men hendan fyrr so ýdna fakfelagskempan, klárar nú betri enn nakar fólkafloksmaður nakrantíð hevur klárað at steðgað fakfeløgunum.
Tá ið HPS bókstaviliga gekk undir liðini á teimum, og tá ið Javnaðarflokkurin sat í andstøðu kravdu arbeiðarafeløgini 60 % lønarhækkan. Nú Javnaðarflokkurin er í samgongu taka tey til takka við 0% lønarhækkan - í krónum og oyrum. T.v.s., at um vit taka prísvøksturin við, sum alt bendir á eisini kemur at merkja tað komandi árið, so merkir hendan semjan í veruleikanum eina lønarlækking fyri arbeiðarafjøldina.
Samstundis sum gjógvin er vaksin millum hág og láglønt við samtykta skattalættanum, sum øll samgongan atkvøddi ígjøgnum.
Men hóast hesa 0% lønarhækking frá fakfelagsrørsluni og hóast Javnaðarflokkurin hevur tikið stig til skattalættan til tey hægstløntu, himprast HPS ikki við at brúka koyrilin mótvegis einum øðrum parti. Ongin skal ivast í hvør ræður í hesum landi, tey sum ikki akta harraboð við leiðsluordrum skulu gera tað við fútabanni.
Beinanvegin!