Hanus aftur á Summar Festival

Hanus G. Johansen hevur havt nakrar framúr framførslur á Summar Festivalinum, og hann verður við aftur í ár.

- Hví halda vit Summar Festival?

- Tí Hanus G. Johansen varð føddur!

Soleiðis spurdi og svaraði frásøgumaðurin, Sjúrður Skaale, á Stóra Palli á Summar Festivalinum eitt árið. Jú, Hanus G. Johansen hevur verið við á øllum Summar Festivalunum higartil, og hann verður aftur at hoyra í 2009 - sjeynda árið á rað.

 

Veruleikin er heilt einfalt tann, at Hanus G. Johansen hoyrir við til ein góðan Summar Festival. Hansara framførslur á undanfarnu festivalum hava verið framúr góðar, og mong gleða seg til at hoyra eyðkenda vísusangaran spæla á Summar Festivalinum.

 

Útboðið av sangum hjá honum er stórt og væl kent, og fólk eru altíð klár at syngja við til hansara framúr góðu tulkingar av yrkingum hjá kendum føroyskum yrkjarum.