Hanus Kamban 80: Hevur ikki sett sítt ljós ella sínar førleikar undir skeppuna

Í gjár fór høvundurin Hanus Kamban um tey 80 árini.

 

Kinna Poulsen heilsar á listaportal.com  Hanusi. Hon sigur millum annað:

 

Hann hevur ikki sett sítt ljós ella sínar førleikar undir skeppuna, rithøvundurin, sum í dag fyllir fýrs. Tað sæst heilt ítøkiliga um vit telja tær mongu skrivaðu síðurnar, sum eru komnar frá honum og sum eftir øllum at døma halda fram at koma, tí í dag á sínum 80 ára degi gevur Hanus Kamban út nýtt stuttsøgusavn við heitinum, Tað lovaða landið.

 

Tað er ikki langt síðan, vit seinast lósu eina av hansara greinum í Dimmlætting – hetta var ein hvøss atfinning og ávaring móti Vladimir Putin og hansara antihumanu “farsótt úr eystri”. Og júst humanisma og sosialisma kunnu sigast at mynda ideologiska jørðildið, sum ikki bara skaldskapurin men eisini persónurin Hanus Kamban er grundaður á. At tala Róm ímóti er partur av politiskt tilvitaða, samfelagskritiska DNA´num, hjá Hanusi Kamban og ættarliðnum av útisetum, ið búleikaðust í Keypmannahavn í seksti- og sjeytiárum.

 

Øll greinin kann lesast her:

 

Hanus Kamban 80 — Listaportal