Hanus er ættaður úr Syðrugøtu. Foreldrini vóru Erikka fødd Gregersen og Høgni Lervig, sum seinni fekk sær Lómstein til eftirnavn. Hon var úr Syðrugøtu, og hann var ættaður úr Norðagøtu, men flutti longu sum níggju ára gamal til Syðrugøta. Tey fingu tíggju børn: Arnbjørn á Fyn, Jónhild í Aas sunnanfyri Oslo, Sjúrður í Havn, Friðgerð í Fuglafirði, Odvør í Keypmannahavn, Magni á Sjællandi, Finnur í Havn, Óluva í Havn, Hanus á Toftum og Fríða á Toftum. Hanus misti mammuna í 1962, tá ið hann var 15 ára gamal, og Høgni doyði í 1987. Odvør doymði í 1990 og Finnur í 2003.
Hanus royndi sjólívið, áðrenn hann fór til Havnar, har hann lærdi í Skipshandlinum og gekk í handilsskúla. Eftir at hann í 1967 var fluttur til Toftir at búgva, arbeiddi hann í alingini, sum Júst í Túni var farin undir í Skálafirði, var til skips og gjørdi annað fyrifallandi arbeiði. Tað er ikki so langt síðani, at Hanus á Rás 2 greiddi frá, og tá lýsti hann sera væl barnaárini í Gøtu og unglingaárini sum skipsmaður og handilslærlingur í Havnini.
Beinanvegin, tá ið hann var komin til Toftir, veitti Hanus ofta verfaðirinum, Pidda Skaale, eina hjálpandi hond í handlinum, sum Piddi hevði havt so at siga alla sína tíð. Í 1971 yvirtók Hanus handilin og postin og strandferðsluna, sum Piddi hevði havt um hendi.
Hanus var handilsmaður inntil fyri einum stórum ári síðani. Tá seldu hann og konan handilin hjá Pidda, sum tó framvegis er í somu hølum, sum hann hevur verið í mong ár.
Í 35 ár var Hanus ein av fryntligu lyklapersónunum í bygdini, sum flestu toftafólk heilsaðu upp á so at siga hvønn dag. Hanus var eldhugaður og arbeiðssamur, og handilin hjá Pidda vaks nógv í vavi og útboði tey árini, meðan Hanus var handilsmaður.
Í 1967 giftist Hanus Sólrun fødd Skaale og ættað av Toftum. Tey bygdu uppi á Hamri, og tey eru mong, sum hava sitið væl inni hjá teimum. Sólrun og Hanus eiga fýra børn, sum øll eru gift og eiga børn: Betty býr í Keypmannahavn, har hon er farmaseutur, Erla er trúboðari í Venezuela, Gurðun er trúboðari í Russlandi, og Andrass er lærari í Keypmannahavn. Hanus eigur tólv abbabørn – tríggjar gentur og níggju dreingir.
Eftir at Sólrun og Hanus vórðu leys av ábyrgdini fyri handlinum, fluttu tey niður at búgva og vera saman við børnum og barnabørnum. Tey halda seg kortini ikki at vera flutt av Toftum. Húsini á Hamri eiga tey framvegis, og um tað gongst, sum tey ætla, so vera tey aftur á Toftum um ikki so langa tíð.
Ikki minst í samkomuni Nebo verða tey bæði saknað. Eftir at Hanus var komin til Toftir at búgva, fór hann skjótt saman við konuni at hjálpa til í sunnudagsskúlanum, og síðani tá hevur hann sýnt stóra ábyrgd fyri samkomuarbeiðnum. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J