Hapoel Haifa-FH 1-1 - Hæddarpunkt og samrøða (FM1)

(FM1+Video) Hoyr samrøðu við Gunnar Nielsen, málverja hjá FH og síggj hæddarpunktini frá dystinum niðri í Haifa

FH fekk eitt frálíkt úrslit á útivølli í Europa League undankappingini í kvøld. 


FH megnaði við trimum føroyingum á liðnum frá dystarbyrjan at fáa javnleik 1-1 ímóti Hapoel Haifa í øllum hitanum, og hava tí eitt frálíkt útgangsstøðið til returdystin sum verður á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum um eina viku.

Brandur H. Olsen stóð fyri hornasparkinum tá Eddi Gomes legði FH á odda tá 52 minuttir vóru farnir av dystinum. Løtu seinni javnaði Hapoel Haifa til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið. Brandur H. Olsen var skiftur út tá ein tími var farin av dystinum. Jákup Thomsen stríddist manniliga í álopinum, og var skiftur út tá 80 minuttir vóru farnir av dystinum. 

Gunnar Nielsen hevði nógvar góðar bjargingar, og serliga var tað ein dupultbjarging hjá Gunnari í seinna hálvleiki sum var framúr.

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Hapoel Haifa og FH.

TRÝST á PÍLIN á ljóðfíluni undir MYNDINI (Videobrotinum), og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Gunnar Nielsen fyrr í kvøld.