Ein harður jarðskjálvti var í Baja California har vesturi í Meksiko í gjárkvøldið. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var skjálvtin 6,9 á Richter-stiganum, og miðdepilin var 10 kilometrar undir jørð góðar 100 kilometrar sunnan fyri býin Los Mochis.
Enn hava myndugleikarnir ikki sagt nakað um, at jarðskjálvtin gjørdi nakran stórvegis skaða. Tað varð heldur ikki mett neyðugt at senda út ávaring um møguliga flóðaldu í Kyrrahavinum, skrivar AP.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjálvtin í gjárkvøldið var tann áttandi í einari røð av skjálvtum, sum vóru har norðuri í Meksiko mikudagin og í gjár. Teir vóru kortini veikari, millum 3,3 og 5,8 á Richter-stiganum.