Harður umgangur

Óli Johannesen helt, at talan hevði verið um ein av teimum heilt strævnu dystunum leygardagin. Ikki minst eftir málið, sum kom beint fyri hálvleik

leikaraprát

Glasgow: Ein av føroysku leikarunum, sum í stóran mun var í brennideplinum leygardagin, var Óli Johannesen. Sum verjuskipari roknaði hann við, at føroyska liðið kom undir trýst, og hesum fekk hann so sanniliga rætt í.
- Vit høvdu roknað við, at teir komu við nógvari ferð. Teir spældu skjótari og runnu skjótari enn vit, so tað bleiv alla tíðina tungt. Eisini dugdu teir væl at tøma øki fyri fólki, soleiðis at pláss bleiv at spæla.
Um nærdystirnar í dystinum helt Óli ikki, at har høvdu verið óvanliga nógvir.
- Sjálvandi vóru nakrir, men tað er tað, sum skal til. Teir mugu vit eisini royna at vinna. Eisini sjálvt um dómarin ikki altíð var í parti við okkum.
- Men sum heild haldi eg ikki, at hetta var okkara besti dagur. Eina løtu fáa vit rætta takið, og tá skora vit so eisini, og tí er tað stórt spell, at teir fáa mál somikið stutt undan steðginum. Tað er jú at fáa ein ordiligan frammaná. Høvdu vit hildið til hálvleik, so veit eg ikki, hvat kundi hent, men í øllum førum fór lagið hjá okkum nakað niður eftir hetta.

Mikudagin er tað so Litava, sum stendur fyri framman, og her tykist føroyski skiparin at hava so toluliga góðar vónir.
- Vit fara so altíð at royna at fáa stig, men lætt verður tað so ikki. Í Litava spældu vit einki serliga væl, og tá vístu teir, at teir megna at spæla heilt skjótt, so vit vita, at tað verður trupult.
Og tað at spæla tveir dystir innan somikið stutta tíð. Kann tað ikki gerast ein trupulleiki her?
- Nei. Tað skuldi tað ikki verði. Nú er kappingin hjá okkum komin somikið langt, so venjingarstøðan eigur at vera heilt í topp. So tað eigur ikki at vera ein trupulleiki, segði føroyski liðskiparin at enda.