Harðar hvirlur í dag

Syðradalur. Ingi Sørensen hevur tikið myndina

Køld luft streymar inn yvir Føroyar av norðri, men sunnudagin byrja brúgvaløg og mildari luft aftur at troka seg inn av útsynningi.

 

Í dag verður strúkur í vindi up í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í storm, um 25 m/s, men út á dagin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi, men út á dagin turt. Hitin fellur spakuliga til frostmarkið. Hósnáttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kava- ella heglingsæl og hitin millum frostmarkið og 3 kuldastig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað men okkurt einkult kavaælið. Hitin alt døgnið millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið men okkurt kavaælið. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig, um náttina enn kaldari í støðum.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein sunnan. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin alt døgnið millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað av vestri og um kvøldið fer at regna. Hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, tó okkurt ælið, og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Mándagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 3 og 6 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.

 

Syðradalur. Ingi Sørensen hevur tikið myndina

Syðradalur. Ingi Sørensen hevur tikið myndina

Syðradalur. Ingi Sørensen hevur tikið myndina