Fyri løtu síðani hendi ein harmonikusamanstoytur í Hovstunlinum.
Hetta fyribrigdið, tey kalla rekkjukoyring, hevur verið í Suðuroy í kvøld. Tað er, at fleiri bilar koyra aftan á hvønn annan.
Men í Hovstunlinum endaði galið, tá ið ein bilur rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri, og so rendi hann aftur upp í bilin framman fyri hann.
Tá ið avtornaði vóru sjey bilar uppi í óhappinum og fingu skaða, sigur løgreglan.
Løgreglan sigur víðari, at eini sjey átta fólk eru flutt á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar. Men at síggja til hava tey ikki fingið skaða, men eru kortini farin til kanningar av trygdarávum, tí tey gramdu seg um pínu í nakkanum o.s.fr.
Eisini í Vágum endaði rekkjukoyring í kvøld við einum harmonikusamanstoyti, og har vóru eisini fleiri bilar uppi á, men heldur ikki har var nakar mannskaði.
Løgreglan sigur, at nú fara tey at umhugsa at banna rekkjukoyring, tí vandin fyri óhappi er so stórur.