Ein sjáldsom fyrstaútgáva av bókini Harry Potter og vitramannasteinurin er seld fyri nærum 150.000 krónur á uppboðssølu. Mynd: Angela Weiss/Ritzau Scanpix.

Harry Potter-bók seld fyri 147.000 krónur

Ein sjáldsom fyrstaútgáva av bókini Harry Potter og vitramannasteinurin er seld á uppboðssølu fyri umleið 147.000 krónur.

Ein sjáldsom fyrstaútgáva av bókini Harry Potter og vitramannasteinurin er seld fyri nærum 150.000 krónur á uppboðssølu. Mynd: Angela Weiss/Ritzau Scanpix.

Tað skrivar bretska blaðið The Mirror.

Bókin kostaði bara fimm pund, tá hon kom í handlarnar í 1997 – langt áðrenn Harry Potter gjørdist eitt altjóða fyribrigdi.

Sambært The Mirror fekk bókaummælarin Katrina McNichol bókina sendandi, meðan hon arbeiddi fyri eitt tíðarrit í skotska hálendinum. Men hon fekk ongantíð lisið bókina og legði hana í eina eskju á loftinum.

Har lá bókin í nærum 30 ár, til hon fyri stuttum varð funnin aftur, tá Katrina McNichol ruddaði upp á loftinum heima hjá sær í Edinburgh.

 

 

Ein sjáldsom fyrstaútgáva av bókini Harry Potter og vitramannasteinurin er seld fyri nærum 150.000 krónur á uppboðssølu. Mynd: Angela Weiss/Ritzau Scanpix.