Harry prinsur er í Kyiv

- Stovnanin av Invictus Games Foundation hevur sum endamál at hjálpa til við endurvenjingum í øllum økjum, sum eru rakt av krígnum, sigur prinsurin

 

Harry prinsur er í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv í samband við stovnan av tí, sum rópt verður Invictus Games Foundation.

 

Hetta er ein stovnur, sum skal hjálpa til við endurvenjing av løstaðum ukrainarum, veit ávísin, The Guardian, at siga.

 

- Stovnanin hevur sum mál at hjálpa til við endurvenjingum í øllum økjum, sum eru rakt av krígnum, sigur prinsurin.

 

Harry prinsur vitjaði eisini í Ukraina í apríl í ár, har hann hitti løstaðar veteranar.