Russland og Hvítarussland eru í løtuni í holt við eina stóra hernaðarvenjing beint við mørkini hjá Nato-londum.
Venjingin, sum ber navnið Zapad-2025 (Vest-2025), snýr seg eitt nú um, hvussu kjarnorkuvápn kunnu brúkast.
Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at venjingarnar eisini fevna um nýggju russisku hypersonisku rakettina, Oresjnik.
NRK vísir til keldur úr Moskva og Minsk, sum er høvuðsstaðurin í Hvítarusslandi.
Sagt verður, at hernaðarvenjingarnar eitt nú eru har vesturi í Hvítarusslandi - ikki lagt úr markinum til Póllands.
Við í venjingunum eru 13.000 russisk og hvítarussisk herfólk, siga keldur í Moskva og Minsk.
- Venjingarnar fevna eisini um ávísar uppgávur í Kaliningrad, Eystursjónum og Barentshavinum, veit norska kringvarpið at siga.
Tv2.no veit í morgun at siga, at pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, hevur kallað Zapad-2025-venjingina "sera aggressiva".
##med2##
Á midnátt stongdi Pólland markið til Hvítarusslands, og Litava hevur eisini hert marknaðeftirlitið.
Í 2023 útplaseraði Russland kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi.
- Russiski forsetin hevur eisini sagt - sambært www.tv2.no - at nýggja rakettin, Oresjnik, eisini verður útplaserað í Hvítarusslandi í seinnu hálvu av 2025.