Hartar Fogh

Sjálvt umk bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur sagt seg styðja Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra í stríðnum um tekningarnar av Muhammed profeti, eru tað ikki allir teir bretsku ráðharrarnir, sum hava somu støðu.

Sambært blaðnum The Guardian hevur Charles Clarke, innanríkisráðharri, sagt á einum almennum fundi, at danski forsætisráðharrin gjørdi eitt stórt mistak, tá hann sýtti fyri at tosa við sendiharrarnar hjá tíggju muslimskum londum, sum fegnir vildu tosa við hann um tekningarnar og avleiðingarnar av teimum. Sambært blaðnum segði Clarke, at hetta hevði ikki hent aðrastaðni og í hvussu er ikki í Bretlandi.

Jack Straw, uttanríkisráðharri, hevur sagt, at hann hevur ikki og fer heldur ikki at finnast at donsku stjórnini í hesum máli, men sambært The Guartdian skal ein talsmaður hjá honum hava sagt, at uttanríkisráðharrin hevur at kalla somu áskoðan sum innanríkisráðharrin.