Hatta var hart

Costin Dumitrescu leikti sín seinasta dyst við StÍF leygardagin, og sjálvur sigur hann eisini, at hetta merkti fyrireikingarnar hjá sær sera nógv

Meistari

Tað var ein sjónliga rørdur venjari hjá StÍF, sum Sosialurin fekk orðið á, tá meistaraheitið var veruleiki.
Undan dystinum var greitt, at hetta varð seinasti dysturin hjá Costin Dumitrescu fyri felagið, og sum hann eisini vísti í upptaktini til dystin, so var tað við heilt serligum kenslum, at hann fór á vøllin.
Nú vit hittu hann eftir dystin, viðgekk hann eisini, at tað hevði verið tungt hjá sær persónliga, tá hann fyrireikaði seg og leikararnar til dystin.
- Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hetta var veruliga nakað stórt. Innan í mær leikaði alt í, men yvir fyri leikarunum mátti eg sýna, at eg hevði tamarhald á øllum, men nú er ikki mark fyri gleðini.

Var róligur
Costin leggur tó aftúrat, at kenslurnar hjá sær einamest vóru á persónliga støðinum, tí sjálvur ivaðist hann ikki í, at teir fóru at vinna hendan dystin.
- Tað skal ikki misskiljast, tí sjálvandi hevði VÍF sín møguleika, men eg hevði alla tíðina eina góða kenslu. Tað hevur eisini víst seg seinnu árini, at vit hava havt sera gott tak á VÍF, og tað livdu vit tíbetur eisini upp til hesaferð, sigur núy fyrrverandi StÍF venjarin at enda.