Hava allarhelst skotið tvífalt so nógvar harur sum í 2016

Talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í 2017 kvinkar spakuligar uppeftir. Nú er samlaða talið av skrásettum harum komið upp á 5.264 harur, sum eru skotnar á 621 túrum kring landið. Hetta eru 78% fleiri harur enn í 2016, tá samlaða talið var 2.950 harur.

 

Eisini túratalið í 2017 er hægri. Higartil eru skrásettir 621 túrar, samanborið við 451 túrar í 2016.

 

Enn eru tað tó fleiri, sum ikki hava skrásett veiðuna. Tá øll tølini eru innkomin, man samlaða talið fyri 2017 fara at nærkast teimum 6.000 harunum.

 

- Eg fari tí at heita á teir, sum enn ikki hava skráseta tølini um at gera tað, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2017, sigur Eyðfinn Magnussen.