Byrgingin um Haraldssund varð gjørd í 1986 – men arbeiðið er ongantíð gjørt liðugt. Byrgingin er sostatt eitt dømi um, hvussu leingi ein fyribils loysn kann vara – og tað er greitt, at tey mugu bíða í nøkur ár afturat, áðrenn hon verður liðug.
Byrgingin um Haraldssund hevur verið fótatraðk í Løgtinginum øll hesi árini, tí nógv vilja hava arbeiðið gørt liðugt og málið er reist í Løgtinginum ótaldar ferðir – uttan úrslit.
Nú hevur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin reist málið enn einaferð, og í hesum sambandi hevur hon spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, hvussu landið liggur við byrgingini. Og nú farið er undir arbeiðið at bora tunlar Norður um Fjall, og tí spyr løgtingskvinnan um tað ikki er sjálvsagt, at grót úr verður brúkt til at gera hana lidna við.
Jørgen Niclasen staðfestir, at byrgingin um Haraldsund er 350 metrar long og 20 metrar breið. Í 2008 fekk Landsverk játtan til at gera arbeiðið liðugt fyri, og arbeiðið var enntá klárt at bjóða út. Tá varð arbeiðið mett at kosta 32 milliónir krónur.
##med2##
Endamálið var at broyta byrgingina nakað, men sum heild verður núverandi byrging ein stórur partur av nýggju byrgingini, men vegurin verður lagdur soleiðis at hann verður ein nattúrligur partur av vegunum báðumegin.
Men so hendi ikki meiri. Jørgen Niclasen sigur, at tað er ikki neyðugt at brúka tunnilsgrót til endamálið tí ætlanin er at endurnýta tilfarið í verandi byrging. Tað verðru bara brúk fyri heilt stórum gróti afturat tilfarinum, sum longu er í byrgingini. Hetta størra grótið fæst ikki úr tunnilsgerð, og má tískil spreingjast í einum grótbroti.
Og sambært Jørgen Niclasen skulu tey brynja seg við toli í nøkur ár afturat, áðrenn byrgingin verður liðug, tí hann sigur, at eftir langtíðarætlanini, verður byrgingin um Haraldsund gjørd í 2027-2028.