Átta teir fyrstu mánaðirnar í ár fiskaðu útlendsk skip tilsamans 177.615,9 tons undir Føroyum.
Tað vísir eitt nýtt yvirlit yvir fiskiskapin undir Føroyum higartil í ár.
Nógv størsti parturin av fiskinum er svartkjaftur, tilsamans fiskaðu útlendsk skip 153.328 tons av svartkjafti undir Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Tað eru tey russisku skipini, sum hava fiskað nógv mest undir Føroyum og tað er sjálvsagt av svartkjafti, tey fiskaðu 75.186,6 tons av svartkjafti undir Føroyum frá januar til og við august í ár.
Men eisini norsk og íslendsk skip hava fiskað nógvan svartkjaft undir Føroyum hesa tíðina, ávikavist 41.928,7 og 25.930 tons.
Men eisini donsk skip hava fiskað 7,142 tons.
Annars hava ES lond fiskað 10.282 tons av Svartkjafti undir Føroyum hesa tíðina.
Annars er makrelur tann fiskurin, sum útlendsk skip fiska mest av undir Føroyum.
Og tað eru eisini russarar, sum hava fiskað mest av makreli, 8.643.5 tons.
Restina av makrelinum, 3.635 tons, hava donsk skip fiskað.
Burtursæð frá svartkjafti og makreli, er tað bara ein viðfáningur, sum útlendsk skip hava fiskað av øðrum fiski.
2.169 tons av longu hava tey fiskað, 1.778 tons av brosmu, 2.669 tons av kongafiski, 1.412 tons av langasporli og 1.851 tons av toski, hýsu og brosmu tilsamans.
Tilsamans hava skip úr átta londum fiskað undir Føroyum í ár.
Talan er um skip úr hesum ES londum: Danmark, Bretlandi, Týsklandi og Fraklandi.
Annars hava russisk, norsk, Grønlendsk og íslendsk skip fiskað undir Føroyum í ár.
Tilsamans hava tey brúkt 4.792 fiskidagar undir Føroyum.
Flestar fiskidagar brúktu norsk skip, sum brúktu 1.871 dagar, men beint í hølunum á teimum komu russisk skip við 1.740 døgum.
Hinvegin fiskaðu týsk skip bara í 23 dagar undir Føroyum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár og grønlendsk skip brúktu 48 dagar.