Hava helst avrættað fleiri hundrað hermenn

Tann víðgongda ISIS-rørslan hevur almannakunngjørt fleiri myndir av bakbundnum irakskum hermonnum, sum eru tiknir til fanga.

Myndirnar liggja á heimasíðuni hjá ISIS, og sambært altjóða tíðindastovunum er eftir øllum at døma talan um fangar, sum verða fluttir til eitt ókent pláss í Salah ad Din-økinum og tiknir av døgum har.

 

AFP og AP skriva, at tað ber ikki til at fáa váttað, at hetta eru irakskir hermenn, men talsmaðurin hjá irakska herinum, Qassim al-Moussawi, váttaði í dag, at myndirnar eru av irakskum hermonnum, sum ISIS hevur tikið.

 

Fleiri av myndunum á heimasíðuni hjá ISIS eru so óhugnaligar, at fleiri av tíðindastovunum aftra seg við at kunngera tær. Á einari mynd liggja fleiri fangar við hondunum oman fyri høvdið, meðan nakrir menn standa aftanfyri og skjóta teir. Á einari aðrari mynd síggjast fleiri blóðugir avrættaðir fangar.

 

Tað er ikki greitt, hvussu nógvir fangar eru tiknir av døgum, men ISIS skrivar á heimasíðu síni, at teir hava avrættað fleiri hundrað irakskar stjórnarhermenn. Sagt verður, at hermenninir eru tiknir av døgum sum hevnd fyri, at ein ISIL-leiðari, Abdul-Rahman al-Beilawy, doyði fyri stuttum. 

 

 

Fólk hjá fronsku tíðindastovuni AFP, sum hava nærlisið myndirnar hjá ISIS, siga, at tær eru frá trimum ella fýra avrættingarstøðum. 

 

Tíðindini um framferðina hjá ISIS koma ikki óvart á altjóða miðlafólk, tí serfrøðingar hava ávarað um, at rørslan er óvanliga harðrend og í roynd og veru fullkomiliga eirindaleys.