Norðurlandaráðið hevur sín árliga heystarfund í Havn mánadagin 23. og týsdagin 24. september.
Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum og í Løgtinginum og luttaka 170 fólk.
Á fundinum hava teir 6 politisku bólkarnir í ráðnum fund um tey mál , sum eru til viðgerðar og síðan umrøða formansskapurin og tær 7 nevndirnar í ráðnum tey.
Nevnast kann, at uppskot frá føroysku limunum í ráðnum Helga Abrahamsen og Høgna Hoydal um samstarv millum Norðurlandaráðið og “Nordisk Cancerunion”verður viðgjørt og hevur trivnaðarnevndin í ráðnum í tí sambandi biðið Jákup Olsen formann í Krabbameinsfelagnum at koma á fund.
Norðurlandaráðið hevur einaferð fyrr havt fund í Føroyum, tað var á sumri 1997.