Hava nú biðið landsstýrið um fund um suðuroyarsiglingina

Nevndin, sum varð sett í Suðuroy at kanna og viðgera ferðasambandið til og ú oynni, er nú komin so langt áleiðis, at hon hevur biðið um fund við Finnboga Arge at viðgera støðuna

Nú hava suðuroyingar biðið landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge, um fund.

Tað er suðuroyarsiglingin, sum er á skránni á fundinum.

Nevndin, sum suðuroyingar settu síðst í september at viðgera suðuroyarsiglingina, er nevniliga liðug við sítt arbeiði-í nú, hvussu so er fyribils.

Og hósdagin skrivaði hon landsstýrismanninum í samferðslumálum bræv, við áheitan um at koma á fund at viðgera støðuna.

Suðuroyingar settu nevndina nú tað hevur verið frammi at útvega nýtt skip til suðuroyarsiglingina.

Hildið varð, at suðuroyingar, sum vóru teir, ið skuldu brúka skipið, áttu at fáa høvi at siga sína hugsan um, hvør loysnin var tann besta fyri oynna.

Og teir hildu, at hetta var eitt so mikið avgerandi mál fyri allar suðuroyingar, at tað var alneyðugt at kanna allar møguleikar fyri ferðasambandi, fyri at tryggja, at tann rætta loysnin varð vald. Tí varð ein nevnd vald við øllum teimum sjey býráðs bygdaráðsformonnunum í, umframt fimm umboðum fyri vinnulívið. Vinnulívsumboðini eru Mikkjal Djurhuus og Heri Hjelm í Vági, umframt Viberg Sørensen, Bjarni Hansen og Tummas Thomsen av Tvøroyri. Nevndin hevur ikki skipað seg sum so. Men nú, eftir fýra fundir, er nevndin komin til eitt úrslit, sum hon ætlar at viðgera saman við landsstýrismanninum.

Men hon er samd um, ikki at almannakunngera úrslitið av nevndararbeiðið, tí tey halda, at tað er reiðiligari at leggja tað fyri landsstýrismannin fyrst.

Jógvan Krosslá legur dent á, at ætlanin er avgjørt ikki at fara til landsstýrismannin við einum endaligum kravi, men við einum uppleggi at viðgera víðari.

Men tað er ongin loyna, at ikki minst vinnulívsfólk, men eisini onnur, hava mett tað sera umráðandi, at ein loysn við einum skjóttgangandi báti, er sera avgerandi.

Tí nógv halda ikki, at tað er nakað framstig at byggja eitt skip, sum ikki siglur skjótari enn Smyril, sum nú er. Somuleiðis verður hugsað um møguleikarnar at sigla til Skotlands við fiski og tað kann ein skjóttgangandi bátur gera, uttan at nerva suðuroyarsiglingina ov illa. Jógvan Krosslá sigur, at tað er ongin loyna, at nevndin vil kanna teir møguleikarnar úr í æsir