Í nógv ár hevur Irena Jacobsen í Hvalba havt fibromyalgi sjúkuna, sum voldi henni nógvan trega hvønn einasta dag. Men eina ferð hon var í Danmark og ferðaðist, datt hon niður á eina lýsing, har ein kona helt fyrilestur um aloe vera og fibromyalgi.
Aloe vera er ein planta, sum læknar høvdu funnið útav, hevði fleiri góðar eginleikar.
Hon var og lurtaði eftir hesi konuni og gjørdi av at royna hetta evni og tað gingu ikki nógvir dagar, til hon livdi nógv betri.
Tær góðu royndirnar fekk hana til at blíva føroyskt umboð fyri fyritøkuna, sum ger hesar vørurnar. Talan er um heimsins størsta framleiðara av aloe vera úrdráttum. Nú ger hendan fyritøkan yvir 50 ymsar vørur, bæði smyrsl, krem og ymiskt at eta og drekka, tað er alt er 100 vistfrøðiligt. Fyritøkan selur fyri fleiri milliardir um árið og hevur umboð í yvir 60 londum. Nú er umboð fyri deildina hjá hesi fyritøkuni í Danmark komin til Føroyar at kunna um vøruna. Endamálið er eisini at fáa fleiri umboð í Føroyum og øll eru vælkomin til teir báðar kunnandi fundirnar, sum verða.
Fundur verður í MBF húsinum fríggjadagin klokkan 19.00 og í Ólavstovu í Saltangará leygardagin klokkan 15. Sí annars lýsing aðrastaðni í Sosialinum í dag.