Eftir at hava havt hvør sína framløgu um tað, sum teir fegnast um í samgonguskjalinum, skriva teir tríggir formenninir nú undir samgonguskjalið.
22 tingfólk standa aftan fyri samgonguna. Tað merkir, at samgongan hevur tveir triðingar av løgtingssessunum. Tí fær samgongan meirilutan í øllum tingnevndum. Tilsamans eru 45 nevndarsessir, harav samgongan hevur 30.
Landsstýrisfólkin verða tilnevnd mánadagin, tá nýggja Løgtingið er sett, sigur Beinir Johannesen, komandi løgmaður.











