Hava skilt nógvar bardagakroppar sundur

Løgreglan hevur havt úr at gera av fullum fólki alt vikuskifitið.

Nógv tiltøk hava verið víða hvar og av tí sama hevur nógv fólk verið í býnum í ballast.

Tað hevur løgreglan havt nógv stríð av alt vikuskiftið, hetta, bæði tí, at fólk hava gjørt ónáðir, ikki hava klárað seg sjálvi, ella eru farin til hendurs, bæði á almennum støðum og í privatum bústaðum.

Í øllum førum, uttan einum, eydnaðist løgregluni at tosa partarnar til sættir, men tann eini maðurin var so ringur at fáast við, at hann mátti førast norður til Klaksvíkar at køla niður í klivanum.

Onkur einstakur er skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Í Eysturoy hevur innbrot verið í eini hús, men har hevur løgreglan slóðir at ganga eftur.