Hava stolið smúkkur fyri 7,5 milliardir

Men tjóvarnir vóru merkiliga smáir

Løgreglan í Týsklandi hevur nú sett øll segl fyri í royndunum at fáa fatur á teimum, sum hava stolið smúkkur, diamantur og perlur fyri ørandi 7,5 milliardir av einu savni í Dresden.

Ùtlendskir miðlar skriva, at innbrot heur verið í savnið, Grüne Gewölb í Dresden í morgun, har tað hepnaðist at sleppa avstað aftur við so stórum virðum, at tað verður sagt at vera størsta innbrot í Týsklandi síðani kríggi.

Miðlar siga, at tað eydnaðist tjóvunum at kappa streymin tíðliga í morgun, og tískil eydnaðist tað fleiri tjóvum at sleppa inn ígjøgnum eitt vindeyga.

Hóast streymurin varð kappaður, heldur løgreglan seg hava góð spor at ganga eftir, tí tjóvarnir vórðu tiknir upp á einum vakmyndatóli, men tey hava lagt til merkis, at tvóvarnir eru merkiliga lítlir á vøkstri.

Hetta er eitt tað størsta savnið av dýrgripum í øllum Evropa, og tjóvarnir fóru miðvíst eftir smúkkum, perlum og diamantum, tí allir størri lutir fingu frið.