Tað var gjørt við atkvøðunum 335 ímóti 91.
Blaðið New York Times staðfestir, at tað er ein »undrandi« gongd.
Tì vart er fyri, at fleiri hundraðtúsund almenn arbeiðspláss vórðu stongd og fólk send heim uttan løn.
Málið verður nú sent víðari til Senatið, sum hevur til á midnátt amerikanska tíð til at góðkenna ætlanina.
Sambært New York Times hevur fyribils fíggjarætlanin pengar til katastrofuhjálp í USA, men ongar pengar til Ukraina.
Fleiri arbeiðspláss hjá statinum, teirra millum til lønir til hermenn í herinum, høvdu verið rakt, um ikki Umboðsmannatingið samtykti at leingja fíggjarlógina fyri midnátt.
Reglan er, at tað í seinasta lagi 1. oktober skal vera ein fíggjarætlan, annars er ikki pengar til at halda statin koyrandi.
Gongdin kom ógvuliga óvart á, sum førdi til ætlanina, sum kundi samtykkjast við atkvøðum frá bæði Republikanarum og Demokratunum.
Hon varð løgt fram av republikanska formanninum fyri Umboðsmannatingið, Kevin McCarthy.
Demokratarnir høvdu leingi situ uttan ávirkan, meðan McCarthy royndi at savna flokkin hjá sær til eina fyribils leingjan av fíggjarlógini.
Sjálvt um republikanararnir hava meiriluta í Umboðsmannatinginum, so er McCarthy trýstur av einum høgravíðgondum veingi av politikarum, sum hava verið semjuleysur og avvísandi fyri eini útseting.
Hann var við øðrum orðum bundin av demokratiskum atkvøðum, og tær fekk hann stutt fyri evstamark.
Men tað er greitt, at uttasti vongurin í flokki hansara, sum samstundis eru trúgvastu stuðlar hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, kunnu nýta hetta høvi til at koyra McCarthy frá sum formann fyri Umboðsmannatingið.
Hesin vongur hevur ikki á nakran hátt viljað stuðað eini ætlan, sum hevði endað við at hildið hondini undir demokratiska forsetanum, Joe Biden.
Teir hava verið hart ímóti at veita meira hernaðarhjálp til Ukraina, og teir hava kravt stórar skerjingar í samveldis fíggjarætlanini.
/ritzau/