- Hava vit verið nóg klárir?

Ein av fremstu fótbóltsdómarunum í Føroyum, Petur Reinert, úttalar seg her um, hví so nógv reyð kort eru komin so tíðliga í kappingini

Ein av fremstu fótbóltsdómarunum í Føroyum, Petur Reinert, hevur torført við at seta orð á, hví so nógv reyð kort eru komin so tíðliga í kappingini í ár.

Petur Reinert heldur ikki at dømingin í ár hevur verið strangari enn vanligt, og hann heldur heldur ikki, at leikararnir eru vorðnir ógvusligari í ár enn undanfarin ár.

-       Av teimum kortum sum eru givin, so síggja tey flestu út til at vera í lagi.

Petur Reinert heldur tó, at ein av orsøkunum kann vera, at kappingin í ár er byrjað fyrr enn áður, og at nógvi kavin í uppstartinum kann vera ein orsøk.

-       Ein viðkomandi spurningur er, um leikararnir hava verið nóg klárir til at byrja kappingina so tíðliga. Nógvi kavin hevur darvað fyrireikingunum og time’ingina til fótbóltsspælið nógv, og tað er tað sama galdandi hjá okkum dómarum.

Petur Reinert greiðir frá, at hann aftaná alt kappingarárið í 2014, gav 3 reyð kort, og at hann longu aftaná 4 umfør í 2015, hevur givið 4 reyð kort.

-       Eingin dómari ynskir at geva reyð kort. Men sum dómari, skal man tora at gera tað sum er neyðugt. Tað er umráðandi fyri leikararnir at hava tryggleika, tá teir fara út á vøllin, soleiðis at teir ikki ganga við einum ótta fyri at blíva skaddir. Her hava dómararnir eina stóra ábyrgd, fyri at verja leikararnar og fótbóltsspælið, og tí er neyðugt í einstøkum støðum við reyðum kortum.

37 ára gamli Petur Reinert, hevur dømt í bestu deildini síðani 1998.