Havhestatíð
Tað er fríggjamorgun og besta havhestatíð. Klokkan er farin av 8. Uttanfyri skúrin omanfyri fiskavirkið standa 22 hvítir fiskakassar fullir við havhesti, 600 fuglar í tali. Teir eru tiknir norðanfyri hósdagin av tveimum monnum. Menninir hava tikið havhest í mong ár, men hetta er besti dagurin nakrantíð. Hvørgin teirra hevur gjørt ein so góðan dag áður.
Fuglurin er illa fyri, siga teir klóku. Lítið kemur undan, og enn minni kemur á sjógv! Ája, tað kann vera. Kanska er havhesturin bara so nógvur, at ógjørligt er at staðfesta uttan verulig hagtøl hvussu stovnurin er fyri.
Teir siga eisini, at fuglurin fær ikki nóg mikið at eta, men merkiliga fáir ungar av einum so stórum tali verða tveittir útaftur, tí teir eru rak.
Fuglurin hendan dagin, sum veiddur varð norður úr Ennibergi, var góður og ikki minni góður enn eitt vanligt ár.
Dagin fyri hendan góða havhestadag fekk annar maðurin, sum eisini er bátaeigarin, 300 fuglar, og tá var hann einsamallur.
Hetta er ein frálíka góður dagur hjá einum manni.
Stundir vóru ikki til at royta og svíða dagin eftir hesar fyrstu 300, tí farast mátti avstað aftur. Veðrið var gott, og eingin veit hesa ársins tíð, hvussu veðrið lagar seg.
Tí má takast, meðan takast kann.
So, tá ið farið var á avstað aftur seinasta hósdag, lógu longu 300 havhestar niðurfyri og bíðaðu eftir at verða royttir, svidnir og reinsaðir.
Ein "ísfiskalast"
Rúgvan hendan fríggjamorgunin, tá ið teir 600 vóru komnir aftrat teimum 300 dagin fyri, var øgilig á at líta.
Kassarnir niðanfyri skúrin og inni í skúrinum vóru sum ein lítil ísfiskalast at síggja til; nú stóðu 22 kassar uttanfyri við 25 og fleiri fuglum í hvørjum og 15 kassar innanfyri við 20 fuglum í hvørjum!
Tilsamans 900 fuglar bíðaðu eftir reingerð&
Uppgávan sá eitt sindur møtumikil út og við ongari roytimaskinu, hevði tað verið ógjørligt at fingið fuglin frá hondini innan líkinda tíð.
Við einari roytimaskinu, einum gassblussi og góðum kørum og íløtum fóru vit við góðum huga og treysti undir hesa uppgávu.
Eitt er, at roytimaskinan er uppfunnin. Tað skal eisini ein vandur og kvikur maður halda fuglunum einum og einum - til hana, meðan roytt verður. Sama er við svíðingini, um alt skal ganga hond úr hond fram til vaskingina.
Skal alt ganga skjótt og væl, og fuglurin vera vakur á at líta, tá ið hann liggur klárur á køksborðinum, skulu kvikir og nærlagdir fingrar og hendur til.
Vaskingin er eitt áhugavert kapittul fyri seg!
Fólk kunnu trúgva tí ella ikki, men nógv tann skjótasti mátin at vaska havhest, er at brúka eina vanliga blandimaskinu!
Tú vindur eitt gamalt handklæði um "armarnar" inni í maskinuni, so teir ikki skaða fuglin, tá ið maskinan melur og so er klárt til vaskingina.
At hava eina gassgrýtu til upphiting av vatninum í skúrinum er nummar eitt. Tá ið vatnið er nóg heitt í grýtuni, fyllir tú í blandimaskinuna, stoytir ein fjórðingspakka av sodu í vatnið og síðan havhestarnar. Tú kanst vaska so nógvar í senn, sum blandimaskinan tekur.
Hendan dagin høvdu vit alt úr 25 upp í einar 70 fuglar í maskinuni í senn.
Tað tekur onga sum helst tíð at vaska í blandimaskinuni. Ein minuttur ella tveir, og fuglarnir eru sum nýkeyptir høsnarungar at síggja til.
Klokkan gekk til 9 hendan fríggjamorgunin, tá ið allar fyrireikingar vóru lidnar, og teir fyrstu havhestarnir lógu svidnir í karinum, við avkubbaðum veingjum, beinum, høvdi og reyv klárir at tveita inn í blandimaskinuna.
Aftrat okkum báðum, sum royttu og sviðu, fingu vit ein mann at taka sær av vaskingini og ein smádrong at salta.
Hesir fingu havhest afturfyri arbeiði.
Nú skulu vit gera ein langa søgu stutta og siga, at tá ið kvøldið kom, vóru teir fyrstu 675 fuglarnir komnir í salt og teir seinastu 225 vóru eitt "spæl" at fáa frá hondini dagin eftir, sum eisini var leygardagur.
Av Funningsfirði
Hesin stóri havhestadagurin byrjaði á Funningsfirði.
Vit fóru frá húsum um 06-tíðina, og góðan hálvan tíma seinni stevndu vit út ígjøgnum Funningsfjørð í best veðri. Vit settu kós í ein landnyrðing, og málið var at leggja okkum einar 8-10 fjórðingar norður úr Ennibergi og kanska "detta" nakað eysturyvir móti Fugloynni. Vit fingu onkran havhest á leiðini norðureftir, men nøgdin gjørdist ikki nakað at tosa um, fyrr enn vit veruliga vóru komnir norður um.
Tá ið vit høvdu siglt í einar tríggjar tímar og høvdu fingið fitt av fugli, fall oljutrýstið á motorinum, og vit funnu skjótt út av, at olja var likin niður í kjølin á bátinum! Omaná motorinum var ein leki, sum olja kom upp úr, og tað hevði ikki gjørt lekan minni, at vit høvdu siglt við 9-10 míla ferð norðuryvir.
Dagurin, sum annars hevði sæð so lovandi út, sá nú út til at fara fyri skeyti.
Vit ringdu til maskinmann, sum nýliga hevur havt motorin til umvælingar og spurdu, hvat var at gera. Hann helt, at um vit minkaðu um ferðina, fór motorinin at leka minni olju.
Einir átta litrar av motorolju vóru í bátinum, so vit fyltu á og settu ferðina niður.
Jú, tað vísti seg, at hetta hjálpti, men skuldu vit royna ein langan dag, noyddust vit at fáa fatur á meira olju.
Fyrr um morgunin høvdu vit tosað við menn, sum ætlaðu sær at taka havhest, men sum ikki høvdu loyst úr landi. Teir vóru so beinasamir at keypa okkum 20 litrar av motorolju, og tá ið teir so seinni um morgunin komu út á "feltið", fingu vit kærkomnu oljuna.
Tað, at vit settu ferðina niður og fingu meira olju, gjørdi, at vit kundu royna ein langan dag.
Allan dagin høvdu vit neyvt eygað við oljutrýstmátaranum, og nakrar ferðir gjøgnum dagin noyddust vit at leggja stilt og fylla á motorin.
Tað tarnaði kanska degnum eitt sindur, at vit ikki kundu sigla skjótari serliga tá ið longri var ímillum fuglarnar, men tá ið saman um kom, og vit aftur vóru á Funningsfirði stutt eftir, at tað var vorðið myrkt, vóru vit væl nøgdir við dagin kortini.
600 fuglar var ein metdagur hjá okkum báðum, og tí kundu vit ikki annað enn fegnast.
Hendan hósdagin fingu fleiri bátar nógvan fugl, og vit frættu soleiðis um einar tveir aðrar bátar, sum høvdu fleiri enn 500 havhestar hvør.