Seinasta samdøgurðið undan dystinum hjá B36 móti KÍ var stórur partur av fokus á leiklutinum hjá Christiani Restorff Mouritsen. Spælarin, sum kom til B36, sum tó gloymdi at syrgja fyri, at spæliloyvið var við í viðførinum.
Sunnudagin var Christian tó við liðnum hjá B36, og sjálvur segði hann, at hann sum so hevði roynt at hugsa sum minst um lógarpartin av fótbóltsspælinum.
- Eg havi alla tíðina vant sjálvur. Mikkjal (Thomassen, blðm.) og nevndin í B36 hava alla tíðina sagt, at tað hevur sæð positivt út, so eg havi bara hildið meg kláran.
Tað er eingin loyna, at dysturin í dag hevði serstakliga stóran týdning fyri B36. Kendi tú eitt eyka trýst á tær, at tú fekst pappírini í rættlag undan júst hesum dystinum?
- Eg kendi ikki nakað serstakt trýst á mær, men sjálvandi má eg eins og aðrir spælarar taka ábyrgd. Eg haldi eisini, at allir arbeiddu sera hart í dag. Og tað var tað, sum skapti úrslitið fyri okkum, segði Christian Restorff Mouritsen eftir dystin.