Havi fult álit á Óla!

Eyðun Johannesen, næstformaður í Føroya Fiskimannafelag

Hetta vildi eg sloppið undan Dan, men nú ert tú farin at draga meg inn í tína blaðskriving ímóti Óla Jacobsen í samband við felagsformansvalið í Fiskimannafelagnum. Hettar gert tú tíverri á ein slíkan hátt, at tað kann skiljast, sum at kílar ella ósemja eru millum Óla sum formann og meg sum næstformann í felagnum. Tí føli eg meg noyddan at svara. Nei Dan, soleiðis er slettis ikki, tvørtur ímóti.
Eisini vilt tú halda tað, at Óli brúkar felagið sum sína egnu kiosk.
Men Dan, hetta skilji eg sum, at vit allir í felagsstjórnini eru nakrar bíligar lættisoppanissur. Nei takk, min gode ven Dan!

Fiskimenn kenna seg als ikki sleptar upp á fjall
Í samband við málið um kryvjimaskinurnar, har tú dregur meg uppí, havi eg bert hesa viðmerking:
Soleiðis sum sáttmálin hjá FF er skipaður, er eingin ivi um, at ein og hvør roynd hjá reiðara at fáa manningina at víkja frá sáttmálanum er ógildug, uttan mun til, hvat ið er undirskrivað ella ikki. Tað er sjálvsagt uppgávan hjá formanninum at taka neyðug stig í so máta. Hetta stig varð m. a. tikið við tí brævi, sum varð sent reiðarafelagnum í hesum máli, og sum førdi til, at hesin trupulleiki varð greiddur.
Hetta varð gjørt í samráð við umboð fyri manning, sum var partur í hesum máli. FF hevur júst verið í samband við sama umboð fyri manningina, sum váttar, at hon ikki á nakran hátt følir seg svíktan av FF í hesi søk.
Annars er stórt sæð sama manning við enn, so her er eingin illstøða heldur komin burturúr.

Skuldi heldur fegnast um framstigini…
Tað avgerandi er, at kryvjimaskinur eru komnar umborð á skipini, og at arbeiðsumstøðurnar eru broyttar munandi til tað betra hjá fiskimonnum.
Her liggur parturin hjá FF ikki eftir, sum tað eisini er víst á í seinasta FF-blaði.
Hendan stóra lætta fegnast vit allir um. Eisini um, at hetta varð gjørt uttan at noyðast at gera á sama hátt sum við egningarmaskinuni, at manningin í fyrsta umfari kom at gjalda við niðurskurði av manningarpartinum. Eg loyvi mær at siga, at hetta er takkað veri formanninum og nevndini í samráðingartoganini við reiðarafelagið.
Og Dan skal ikki ákæra Óla fyri at umsita FF sum sína egnu kiosk, og harvið óbeinleiðis stjórnina fyri dugnaloysi, ella tað, sum eg kallaði lættisoppanissur. Tú skuldi heldur verið glaður fyri, at vit kláraðu at halda býtisprosentið heldur tað enn at prutla og putla við minni góðum gitingum.
Eg havi verið næstformaður í Føroya Fiskimannafelag í 20 ár. Tað skal eingin ivi vera um, at eg havi fult álit á Óla Jacobsen sum formanni, og at eg stuðli honum til formansvalið, sum stendur fyri framman.
Og, Dan, títt lesarabræv fekk meg at siga hetta alment.