»Havið« ? heimshav og heimahav

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókarverkið »Havið« eftir Boga Hansen, havfrøðing, ið snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking

Bókarverkið »Havið« eftir Boga Hansen er í trimum pørtum, ið eru ætlaðir at vera ein samanhangandi heild, tó at hvør parturin kann væl vera lisin fyri seg. Fyrsti partur er almennur um hav og sjógv yvirhøvur, um heimshøvini, um ljós og ljóð, aldur, streym, sjóvarblanding og um sjóvarfallið og rákið í heimshøvunum. Høvundurin hugsar sær, at hesin partur kann vera grundarlag undir tí, sum annars verður skrivað í bókini.

Annar partur í bókini ? og kanska tann mest upprunaligi, av tí at høvundurin hevur sjálvur verið uppií at gjørt nógvar av kanningunum, ið bókin byggir á ? eru tær føroysku havleiðirnar, bæði innari og ytri, botnviðurskifti og streymar, tey ymisku sjósløgini norðanfyri, eystanfyri, vestanfyri og tað sermerkta við Hetlands- og Bankarennuni sunnanfyri, rák, lív og sjóvarhiti og broytingar eftir árstíðum og eftir áramáli. Eisini teir føroysku firðirnir vera viðgjørdir rættiliga gjølla, eitt nú lagbýti og rák á firðum, teir føroysku gáttarfirðirnir og súrevnistrotið, sum har kann vera.

Triði partur nemur við vistfrøðiligar spurningar, so sum fortreytir fyri gróðri í sjónum alment, um samanhang millum sjóvarblanding og gróður, um gróðurin í sjónum undir Føroyum serstakliga og um toskagýtingina á føroyskum havleiðum í tí sambandinum. Viðgjørd verða ymisk sløg av havdálkan og eitrandi evnum, hvussu tey eitrandi evnini flytast í sjónum og hvussu støðan er viðvíkjandi havdálkan á okkara leiðum. At enda viðger høvundurin veðurlagsbroytingarnar í farnari tíð, viðgerð sambandið millum veðurlag og hav, jørðina sum vaktstarhús og menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar.

Bókin er ikki skrivað til nakran serligan bólk av fólki. Í Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum ? í framtíðini kanska eisini av tí, sum er undir sjónum ? átti ein sovorðin bók at havt almennan áhuga.

Innihaldið í bókini er hóskandi til undirvísing, eitt núi miðnámsskúlum og hægri skúlum, men bókin er soleiðis skrivað, at eisini aðrir skúlar, t.d. framhaldsdeild fólkaskúlans og fólkaskúlalærarar, kunnu brúka burtur úr bókini til undirvísingina ella sum stuðul í undirvísingini. Sjálvur hevur høvundurin brúkt partar í bókini í egnari undirvísing.

Í bókini er ein hópur av frágreiðandi grafiskum myndum, ið høvundurin hevur gjørt og sum gera bókina nógv lættari at lesa. Eisini er bókin prýdd við fotomyndum av dýrum plantum, ið høvundurin sjálvur hevur tikið, og sum sýna fagurleikan og margbroytni í sjónum við havsins botn. Aftast í bókini er eitt yvirlit við hentum leitorðum.

Repro-Z hevur tikið sær av repro, umbróting og prentumsiting. Bókin er 232 bls. til støddar og kostar 240 kr.