? Havi lurtað við áhuga

Forsætisráðharrin hitti í gjár føroyska Javnaðarflokkurin, sum greiddi honum gjølla frá ónøgdina við donsku stjórnina og danska Javnaðarflokkin

? Vit hava havt ein góðan fund, ein opinskáraðan fund, har føroyski Javnaðarflokkurin hevur havt høvi at føra fram sín kritikk. Hetta sigur danski forsætisráðharrin og formaðurin í danska Javnaðarflokkinum, eftir fundin við føroyska Javnaðarflokkin.

Seinastu árini hava báðir brøðraflokkarnir ikki sitið ov væl um sátt, men seinnapartin í gjár fingu teir kortini høvi at tosa saman.

? Vit hava eisini tosað um bankamálið, og Javnaðarflokkurin hevur greitt mær frá teirra hugsan um gongdina síðani 1993. Hetta havi eg noterað mær, men vit eru eisini vorðnir samdir um, at vit mugu bíða við bankamálinum, til bankakanningin veðrur almannakunngjørd 16. januar, segði hann.

? Men standa føroyski og danski Javnaðarflokkurin nú saman - øksl móti øks,?

? Nei, tað gera vit kortini ikki. Men eg eri sera fegin um, at føroyski Javnaðarflokkurin, Jóannes Eidesgaard, Marita Petersen og hini - heva tosað so beinleiðis við meg - eisini kritiskt, sigur forsætisráðharrin.

Hann leggur afturat, at júst hetta er grundarlagið fyri, at komast kann víðari í málinum - og at vit kunnu finna eina loysn.

? Men havt var á fundinum størsta ósemjan um?

? Tað vóru settir rættuliga nógvir spurningar, og eg havi skilt kritikkin frá Javnaðarflokkinum, men eg eri kortini ikki samdur í øllum.

Nógvu tíðindafólkini, bæði donsk og føroysk, vildi fegin vita, hví forsætisráðharrin ikki hevði svarað brøvum frá fyrrverandi formanni Javnaðarfloksins, Atla Dam og núverandi formanninum, Jóannes Eidesgaard.

? Nu starter vi på en frisk?, segði hann, og meinti, at nú skuldi lýtast frameftir.